Ráðgevandi
verkfrøðingar

SPENN ráðgevur um konstruktiónir og anlegg.
Arbeiðsøkir
Projektering av konstruktiónum
SPENN projekterar konstruktiónir í stáli, betongi og timbri – og eisini í øðrum tilfari.
Kanning av gomlum konstruktiónum og renovering
SPENN kannar konstruktiónir í bæði nýggjum og eldri bygningum og anleggum. Vit hava útgerð til at skanna armering inni í verandi betongkonstruktiónum.
Projektering av anleggum
SPENN projekterar bæði havnir, vegir, brýr, vindmyllulundir og tunlar.
Byggieftirlit
SPENN fremur byggieftirlit við konstruktiónum og anleggum.
Byggileiðsla
SPENN stendur fyri byggileiðslu á byggiverkætlanum.
Projekteringsleiðsla
SPENN stendur fyri projekteringsleiðslu av byggiverkætlanum.
Projektleiðsla
SPENN stendur fyri projektleiðslu av byggiverkætlanum.
Verkætlanir

Um okkum
SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar bleiv stovnað í 2013 og verður felagið í dag rikið av Klæminti Eliasen og Áranti Jacobsen, sum eiga hvør sín triðing av felagnum. Seinasta triðingin eigur p/f SMJ, sum í 2023 keypti seg inn í felagið. SPENN hevur í løtuni 8 starvsfólk.