
Okkara
arbeiðsøkir
SPENN ráðgevur um konstruktiónir og anlegg
Projektering av konstruktiónum
SPENN projekterar konstruktiónir í stáli, betongi og timbri – og eisini í øðrum tilfari.
Kanning av gomlum konstruktiónum og renovering
SPENN kannar konstruktiónir í bæði nýggjum og eldri bygningum og anleggum. Vit hava útgerð til at skanna armering inni í verandi betongkonstruktiónum.
Projektering av anleggum
SPENN projekterar bæði havnir, vegir, brýr, vindmyllulundir og tunlar.
Byggieftirlit
SPENN fremur byggieftirlit við konstruktiónum og anleggum.
Byggileiðsla
SPENN stendur fyri byggileiðslu á byggiverkætlanum.
Projekteringsleiðsla
SPENN stendur fyri projekteringsleiðslu av byggiverkætlanum.
Projektleiðsla
SPENN stendur fyri projektleiðslu av byggiverkætlanum.
Arbeiðsháttur
Byggiskrá
Her verður kósin sett fyri verkætlanina viðvíkjandi júst hvat tørvur er fáa bygt, nær tað skal standa liðugt og hvat fíggjarkarmurin til hetta er.
Vísa kanningar seinni í projekteringsgongdini at samsvar ikki er millum krøv og fíggjarkarm, er stundum neyðugt at dagføra byggiskránna, so hesi fáast at samsvara.
Fyri størri verkætlanir kann vera neyðugt at seta ein projekteringsleiðara til at leiða projekteringstilgongdina.
Skipanar uppskot
Uttan at fara ov langt í staklutum verður uppskot gjørt fyri bygging, sum lýkur treytirnar í byggiskránni.
Tað kann vera neyðugt at gera meiri enn eitt skipanar uppskot. Farið verður ikki víðari til eftirfylgjandi projektfasur fyrr enn kundin er nøgdur við undangangandi fasu.
Projektuppskot
Farið verður víðari við at gera eitt projektuppskot við at útgreina staklutir í skipanaruppskotinum, so betri yvirlit fæst yvir vav og fíggjarkarm.
Í hesi fasu verða einans serligir ella avgerandi staklutir nágreinaðir – meðan tað, sum er meiri vanligt, verður útgreinað í høvuðsprojektinum seinni.
Myndugleikaprojekt
Tekningar og frágreiðingar verða gjørdar til at søkja byggiloyvi eftir.
Høvuðsprojekt
Farið verður víðari við at gera nágreiniligar tekningar og frágreiðingar, so allir neyðugir staklutir vera lýstir fyri at verkætlanin kann byggjast.
Útbjóðing
Útbjóðingartilfar verður gjørt – og har undir eisini tilboðslistar. Grundað á útbjóðingartilfarið verða tilboð umbiðin frá einum ella fleiri arbeiðstakarum.
Sáttmáli
Innkomnu tilboðini verða eftirkannað og sammet sínamillum og við kostnaðarmetingina, ið var gjørd frammanundan. Samráðingar vera síðani við ein ella fleiri av arbeiðstakarunum. Um hetta ber á mál, verður sáttmáli skrivaður við ein ella fleiri teirra um at fremja byggingina.
Í Føroyum verða slíkir sáttmálar vanliga grundaðir á ABF06.
Bygging
Verkætlanin verður framd eftir gjørda projekttilfarinum. Fyri størri byggiverkætlanir er stundum neyðugt við byggieftirliti, til at fylgja við um arbeiðið veðrur útint rætt, og byggileiðslu til at stýra tí.
Vanligt er at hava fastar byggifundir undir byggingini og at byggileiðarin stendur fyri hesum.
Avhending
Tá ið arbeiðið er liðugt og kann takast í nýtslu uttan avgerandi manglar, verður tað avhendað frá arbeiðstakara til byggiharra.
Her er stundum neyðugt at gera mangullistar yvir tað, sum møguliga enn manglar at gera.
1 ára eftirlit
Sambært ABF06 skal 1 ára eftirlit fremjast í samband við niðurskriving av trygdini sum arbeiðstakarin hevur sett.
5 ára eftirlit
Sambært ABF06 kann 5 ára eftirlit fremjast áðrenn trygdin, sum arbeiðstakarin hevur sett, verður heilt niðurskrivað.


