
Ráðgevandi
verkfrøðingar
SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar bleiv stovnað í 2013, og verður felagið í dag rikið av Klæminti Eliasen og Áranti Jacobsen, sum eiga hvør sín triðing av felagnum. Seinasta triðingin eigur p/f SMJ, sum í 2023 keypti seg inn í felagið. SPENN hevur í løtuni 11 starvsfólk.
Felagið veitir ráðgeving og stuðul til prosjektering av øllum sløgum av berandi konstruktiónum og anleggsarbeiðum. Ein natúrligur partur av uppgávunum er eisini fakeftirlit við egnum og annara prosjektum.
Umframt prosjektering veitir SPENN eisini prosjekteringsleiðslu, byggileiðslu og prosjektleiðslu.
SPENN bjóðar seg fram til at loysa uppgávur fyri privatar og almennar byggiharrar, bæði í Føroyum og uttanlands.
Klæmint og Árant hava báðir drúgvar royndir sum ráðgevandi verkfrøðingar innan øll handa sløg av berandi konstruktiónum og anleggum bæði í Føroyum og uttanlands.
SPENN hevur skrivstovu í Saltangará og í Keypmannahavn.

Pætur Skipanes
Lestrarstarv

Eyðbjørg Amanda Petersen
Verkfrøðingur

Klæmint Eliasen
Konstruktiónsverkfrøðingur og stjóri

Árant Jacobsen
Konstruktiónsverkfrøðingur

Janus Trúgvason
Konstruktiónsverkfrøðingur

Búi Árantsson Nolsøe
Konstruktiónsverkfrøðingur

Frits Eið
Konstruktiónsverkfrøðingur

Karl Johan Mikkelsen
Byggifrøðingur

Charinpond Sukcharoen Larsen
Konstruktiónsverkfrøðingur

Jens Bjerring
Konstruktiónsverkfrøðingur

Jógvan Pattinson
Konstruktiónsverkfrøðingur