Byggifrøðingur / tekniskur teknari til SPENN
GERST PARTUR AV EINUM STERKUM OG NÆRLAGDUM RÁÐGEVARATOYMI HJÁ SPENN
Hevur tú hug at arbeiða við projektering, tekniskari tekning og anleggsuppgávum? So hevur tú møguleikan at gerast partur av toyminum hjá SPENN.
Hjá SPENN arbeiða vit við ráðgeving, projektering og uppfylging innan serliga berandi konstruktiónir og anleggsarbeiði. Nú leita vit eftir einum byggifrøðingi ella tekniskum teknara, sum hevur hug at vera við til at tekna og projektera – tað eru serliga forritini Autodesk Civil 3D og Revit sum verða brúkt.
Tað týdningarmesta er ikki, at tú dugir alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga fyri tekniskum uppgávum, dugir at arbeiða skipað og hevur hug at menna teg saman við okkum.
HVAT FERT TÚ AT ARBEIÐA VIÐ?
- Tekning og projektering av anleggsuppgávum
- Modellering og teknisk arbeiði í Civil 3D og Revit
- Uppfylging og góðskutryggjan av projektum
- Samskifti við starvsfelagar, arbeiðstakarar og myndugleikar
- Tvørfakligt samstarv við verkfrøðingar, byggifrøðingar og onnur fakfólk
VIT ÍMYNDA OKKUM, AT TÚ
- Ert byggifrøðingur, tekniskur teknari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
- Hevur áhuga fyri anleggsprojektering og tekniskari tekning
- Hevur royndir við Civil 3D og Revit – ella hevur hug at læra tað
- Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
- Dugir væl at samstarva og samskifta
Royndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Tað kann eisini vera, at tú ert nýútbúgvin ella hevur arbeitt við líknandi uppgávum og hevur hug at taka næsta stigið.
HVAT BJÓÐA VIT?
Hjá SPENN gerst tú partur av einum sterkum og nærløgdum toymi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi uppgávum í Føroyum saman við dugnaligum starvsfeløgum. Vit leggja dent á gott samstarv, fakliga menning og loysnir, sum eru væl gjøgnumhugsaðar.
SETANARTREYTIR
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Um hetta hevur vakt tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Klæmint Eliasen á tel. 504744 ella teldupost klel@spenn.fo at hoyra nærri um tínar starvsmøguleikar hjá SPENN.
Um tú longu ert klár/klárur at søkja, kanst tú senda umsókn, CV og prógv til Klæmint. Í umsóknini verður tú vinarliga biðin um at greiða frá tínum persónligu eginleikum og motivatión fyri starvinum.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær koma inn.
SPENN er eitt ráðgevaravirki, sum veitir dygdargóða ráðgeving innan berandi konstruktiónir og anleggsarbeiði. Vit halda til í nýmótans skrivstovu á Saltangará.